Avgjørdu í yvirtíðini

Tvey mál í yvirtíðini sendu VB/Sumba í hálvfinaluna í steypakappingini

Fótbóltur

 

Tað eru nøkur ár síðani, at VB/Sumba og TB hava møtt hvørjum øðrum í einum skrásettum kappingardysti. Hetta varð tó veruleiki Kristi himmalfartsdag, tá ið liðini bæði møttust í fjórðingsfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið.

Fyrri hálvleikur endaði málleysur, men seinni hálvleikur hevði hinvegin nógv mál at bjóða uppá. Stutt eftir steðgin skoraði Acu Pandurovic til 1-0 til VB/Sumba, tá ið hann sendi eitt langskot í netið. Seint í seinna hálvleiki setti TB Óla Johannesen í álopið, og hetta gav úrslit. Sterki landsliðsverjuleikarin javnaði til 1-1, og eftir hetta legði TB trýst á vágbingar. Tað var tó VB/Sumba, sum við tveimum málum í yvirtíðini streyk avstað við sigrinum. Birgir Jørgensen skoraði til 2-1, áðrenn Jón Krosslá Poulsen staðfesti sigurin.

 

VB/Sumba - TB 3-1

1-0: Acu Pandurovic, 50.

1-1: Óli Johannesen, 85

2-1: Birgir Jørgensen, 90.

3-1: Jón Krosslá Poulsen, 90.