Skattalættin til føroyingar verður fíggjaður við øktum avgjøldum. Tað kann lesast úr fíggjarlógini fyri 2004, sum Karsten Hansen júst hevur lagt fram.
Samgongan heldur lyftið um skattalætta, sum var 52 milliónir krónur í ár og verður 77 milliónir krónur næsta ár. Men skattalættin næsta ár verður nærum mótsvaraður av øktum avgjøldum og mistum stuðli.
Sonevnda heilsuavgjaldið er ein partur. Tilsamans verða 37 milliónir krónur tiknar inn tann vegin. Lagdar verða tríggjar krónur omaná hvønn litur av sodavatni. Tað gevur 10 milliónir krónur eyka í landskassan. Hvør sigarett verður 25 oyra dýrari. Tað gevur eisini 10 milliónir krónur. Góðgæti og sjokoláta geva 10 milliónir, søtar keks og smákøkur geva 2 milliónir krónur og plastikkberiposar geva 5 milliónir krónur.
Barnafamiljurnar merkja eisini sparingarnar, tí mjólkin fer aftur at dýrka. Hesaferð við 15 oyru liturin. Mjólkastuðulin minkar hálva millión komandi ár, og tað er bara stutt síðan, at hann minkaði við tveimum milliónum um árið.
Rentustuðulin til sethúsalán minkar við 16 milliónum krónum, sum landið sparir. Og afturat øllum hesum kemur nógv umrøddi stuðulin til uppihaldspening, sum helst hvørvur. Tað sparir landinum átta milliónir krónur.
Tá samanum kemur, fara mistur stuðul og økt avgjøld at tátta upp ímóti tí skattalættanum, sum landið gevur sínum borgarum.