Avgerðin verður tikin í vikuni

Jørgen Niclasen ætlar sær at taka støðu til eina kæru áðrenn vikan er liðug.

Tað var í lagi at siga, at Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, hevði snýtt í tolli. Tað staðfesti Eystari landsrættur í dag, tá rætturin fríkendi teir fýra journalistarnar sum í Føroya rætti vórðu dømdir fyri at hava ærumeitt Jørgen Niclasen.


Journalistarnir kærdu dómin hjá Føroya rætti til Eystara landsrætt, men aftaná dómin í dag, umhugsar Jørgen Niclasen at brúka sama møguleika, og kæra til Hægri rætt.


- Eg havi tosað við advokatin hjá mær í dag. Í løtuni umhugsi eg at søkja um loyvi at kæra til Hægsta rætt, men eingin støða er tikin enn. Eg má hugsa meg um, tí eg gjørdist kløkkur av dóminum, ið er fullkomiliga øvugt av dóminum í Føroya rætti. Tað virkar sum, at Eystari landsrættur og Føroya rættur eru á hvør sínari planet. Tí virkar málið eisini sera prinsipielt.


Serliga hevur formaðurin í Fólkaflokkinum heft seg við, at dómurin staðfestir, at orðini svik og snýt kunnu brúkast um viðurskiftir, ið ikki eru revsiverd.


- Harumframt staðfestir dómurin, at orðini snýt og svik ikki merkir, at man hevur gjørt nakað revsivert. Tey siga, at eg ikki havi gjørt nakað revsivert, men at tað er í ordan at brúka orðini svik og snýt um mítt virksemi.


- So er mín spurningurin. Um hasi orðini kunnu brúkast um viðurskiftir, ið ikki eru revsiverd, hvørji orð eru so eftir at brúka til viðurskiftir, ið eru revsiverd? Har finnast ongin orð eftir í mínum orðavali.