Tað kom sum ein bumba í gjárkvøldið, at leikandi hjálparvenjarin hjá HB, Símun Samuelsen, ikki longur er partur av felagnum.
Les eisini: Símun Samuelsen gevst í HB
Símun segði við Norðlýsið í morgun, at orsøkin til at hann velur at skifta felag nú, er tí at hann ynskir meira spælitíð. Harafturat segði hann, at hóast hann hevur verið nógv plágaður av skaðum seinastu tvey árini, so følir hann framvegis at hann hevur nakað at geva á vøllinum.
Fyri løtu síðani hevði in.fo samrøðu við Símun Samuelsen, har spurt var, nær ein avgerð verður tikin, hvar hann fer at spæla – og um barndómsfelagið FC Suðuroy verður komandi felagið hjá Símuni.
Símun segði í stuttari viðmerking.
- Ein avgerð verður tikin innan stutta tíð.
Og um komandi felagið fór at eita FC Suðuroy, hevði Símun Samuelsen onga viðmerking til.