Hetta er sokallaðar gongulagskappingar, har rossini skulu kappast í teimum ymisku fimm gonguløgunum, sum eru fet, trav, tvíspor og skeið.
Tær báðar undanfarnu kappingarnar hava verið sera spennandi og í finalunum hevur verið neyðugt at ríða umaftur fyri at finna útav plaseringunum. Eisini hevur luttøkan verið somikið stór, at møguleiki hevur verið at hava B-finalur eisini, har vinnarin í B-finaluni sleppur víðari í A-finaluna. Sum í undanfarnu kappingunum verður tónleikur spældur meðan kappingin fer fram, har luttakarnir hava høvi at velja sær sín egna tónleik.
Kappast verður í Tølt, Fjórgongd og Fimmgongd fyri vaksin, meðan ung undir 16 ár kappast í Fjórgongd, har skjótt tølt ikki er íroknað.
Roknað verður við stórari luttøku, so innleiðandi kappingarnar byrja kl. 12.00 leygardagin, meðan finalurnar byrja kl. 14.30 sunnudagin.
Seinasta freist at tekna seg er hósdagin 22/7 hjá einum av ítrottarnevndarlimunum. Sum vant verður søla av sodavatni, kaffi og køkum á økinum.










