Avgerandi bóltarnir: ÍF-Fleyr 3-0 (Rás2)

(Rás2) Hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2 tá ÍF vann 3-0 á Fleyr í meistaradeildini hjá monnum.

Fyrr í dag spældu mansliðini hjá ÍF og Fleyr dyst í meistaradeildini á Kambsdali.

 

Heimaliðið ÍF vann 3-0. Tvey tey fyrstu settini vann ÍF greitt 25-16 og 25-18. Størri spenningur var í triðja setti, sum ÍF vann 25-22.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2, tá frásøgumaðurin, Óli G. Samuelsen segði frá teimum avgerandi bóltunum í tveimum teimum fyrstu settunum. Tíverri reyk sambandið við Kambsdal við endan av triðja settinum.

 

Viðmerkjari hjá Rás2 í dag var Brian K. Poulsen.

 

Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Trónd Hansen hjá ÍF og Suna Juul Pedersen hjá Fleyr HER