Í gjár vóru tvey ár síðani, at virksemi seinast var á flakavirkinum hjá Fiskavirking á Tvøroyri og so kann sáttmálin um grundstykkið sigast upp. Tvøroyrar Býráð fer nú at viðgera spurningin um bygningurin sum húsaði flakavirkinum hjá Fiskavirking á Tvøroyri, nú skal takast niður
Tað váttar Kristin Michelsen, borgarstjóri.
Hann sigur, at tað er ikki vist, at býráðið longur góðtekur at Fiskavirking hevur ein so stóran bygning standandi í fremstu røð niðri á havnarlagnum til onga nyttu.
Onki fiskaarbeiðið hevur verið á virkinum í fleiri ár.
Sáttmálin um grundstykkið, sum virkið stendur á, kann sigast upp, tá ið onki virksemi hevur verið á virkinum í tvey ár.
Tað eru fleiri ár síðani, at Fiskavirking helt uppat at virka fisk á virkinum, men eftir tað læt virkið ís.
Men í gjár, 27. mars, eru akkurat tvey ár síðani, at ísur seinast varð latin av virkinum.
Tó hevur borgarstjórin lagt til merkis, at seinastu dagarnar hevur eitt ávíst virksemi við ísi verið á virkinum og virkið hevur so ikki selt nakran ís, staðfestir hann.
- Fiskavirking hevur tosað um at fáa virksemið á virkinum aftur, men tað hevur gingið illa og tað ein stórt ivamál um tað, sum hevur verið á virkinum seinastu dagarnar, kann flokkast undir heitið ?virksemi?, sigur borgarstjórin.
Tú fer hann nú at lata tað upp í hendurnar á býráðnum at gera av um sáttmálin skal sigast upp ella ikki.
Verður hann sagdur upp, er treytin, at tað verður við eitt árs freist, so tað verður ikki fyrrenn 27. mars í 2011, at kommunan er púra leys av honum.