Avgerðirnar tykjast nú at fella

Hetta vikuskiftið sendi B71 niður á plássið sum fremsti dumpikandidaturin, meðan komandi vikuskiftið fer at sýna, hvørt GÍ ella B36 hava størsta FM-trumfin í hondini

 

Samanum


Talvan sýnir, hvørjir dystir ymsu liðini hava eftir at leika. Í klombrum er viðmerkt, um talan er um heima- ella útidyst


Hóast talan ikki var um fult umfar hetta vikuskiftið, so góvu teir fýra dystirnir, sum leiktir vórðu, eina greiða ábending um, hvussu støðan fer at laga seg, nú farið verður undir seinasta fjórðingin av kappingarárinum.


Stórdystur sunnudagin

Takkað veri regluni frá í fjør, sum setir innanhýsis dystir fram um málmun, kunnu gøtumenn framvegis rópa seg fremsta liðið í landinum. Eisini hóast teir eiga ein dyst til góðar. Tann dysturin er móti HB, og verður leiktur 12. september.

Tað kann tó væl vísa seg, at fyrimunurin hjá gøtumonnum mótvegis árstalsfelagnum úr høvuðsstaðnum er um at hvørva, tí sum B36 hevur spælt seinastu umførini, so tykist spurningurin vera, um nakar yvir høvur er førur fyri at skala teir. Síðani teir taptu móti GÍ í 4. umfarinum, hevur talan verið um átta sigrar á rað í landskappingini, og fyri flestar av hesum hevur verið galdandi, at teir eru fingnir sera sannførandi til vega. Gøtumenninir hava hinvegin tókst heldur moyrir til tíðir, og tunnu bonkurin hevur viðført, at liðið hevur havt svárar trupulleikar, tá stuðulsspælarar hava verið burturfrá. Hinvegin hevur liðið - við einum undantaki - alla tíðina megna at vunnið dystirnar, og langt um leingi tykist eisini vera soleiðis, at skaddu leikararnir eru um at koma heilt fyri seg, so uttan iva verður talan um rættiliga stórdyst í Gundadali sunnudagin.

Hóast hetta í mangar mátar tykist líkjast eini FM-finalu, so er alt so langt ífrá mist hjá gøtumonnum, um so er, at teir tapa dystin komandi sunnudag. Av teimum báðum oddaliðunum hevur B36 nógv ta torførastu dystarskránna, tað sum eftir er. Tey trý seinastu umførini skulu teir fyrst til Klaksvíkar, síðani spæla torføru lokaluppgerðina móti HB, áðrenn teir at enda sleppa at enda kappingarárið í Vági. Júst har tryggjaðu teir svørt/hvítu sær annars FM fyri fýra árum síðani, og mong í árstalsfelagnum vóna helst, at talan kann gerast um eina endurtøku í ár. Eisini vildi hetta verið ein umbýtan av leiklutinum frá í fjør, tá vágbingar tóku móti FM-steypinum, eftir at hava vunnið á B36 í seinasta umfarinum.


Tungt hjá Sandoynni

Tað er longu nakað væl síðan, at landskappingin 2001 stakk sundur í nakrar bólkar, sum hvør í sínum lagi hava ymisk endamál at stríðast fyri.

Fram til hetta vikuskiftið var tað soleiðis, at GÍ og B36 dystaðust um gullið, FS Vágar, B71 og partvíst EB/Streymur um beinleiðis niðurflytingina, meðan fimm lið - B68, VB, HB, KÍ og NSÍ øll høvdu hug at kaga móti bronsumerkjunum, sum geva atgongd til Europa, tó at tað enn ikki greitt, um hetta verður í UEFA- ella Toto-Cup.

Viðvíkjandi botninum er enn einki avgjørt. Heldur var tað soleiðis, at sigurin hjá vágamonnum á sandoyingum gjørdi støðuna enn spentari. Sandoyingar tykjast vera teir av botnliðunum, sum hava torførastu skránna eftir, og skal nøkur bjarging vera hjá teimum, skulu teir nú taka stig frá liðum, sum á pappírinum eru væl sterkari, samstundis sum vágamenn helst ikki skulu hava nakað sum helst. Eisini vigar tað ímóti hjá sandoyingum, at teir bert hava tveir heimadystir eftir. Hesir eru móti B68 og HB, og seinastu trý umførini eru sandoyingar á útivølli, so tungt verður tað undir øllum umstøðum.

Skulu vágamenn hava fleiri stig í ár, tykist besta boðið um hetta at verða komandi vikuskifti, tá teir fara á Mølina á Eiði. Uppflytararnir hava higartil í ár staðið seg sera væl, og hóast teir enn ikki kunnu siga seg heilt leysar av niðurflytingarvandanum, so skal tað vilja heilt illa til, um teir ikki í øllum førum kunnu skáka sær undan beinleiðis niðurflytingini. Megna teir so eisini at fáa trý stig móti vágamonnunum, kann við so at siga fullari vissu staðfestast, at teir hava tryggjað sær í øllum førum eitt ár afturat í fremstu mansdeildini. Gera teir hetta, er tað fyrstu ferð, at so er. Liðið hevur bert eina ferð áður verið í bestu deildini - í 1994 - men tað ferðina gekk leiðin beint niður aftur í næstbestu deildina.


Dansurin um bronsuna

Sum sagt, so er talan ikki um nakran gullkálvavals hjá hinum fimm liðunum í deildini. Hevur talan verið um bronsudans, og hóast feltið at kalla skrædnaði eitt sindur hesaferð, so kann einki á nakran hátt takast fyri givið hesum viðvíkjandi. Óstøguð avrik hava sermerkt øll liðini í hesum bólkinum alt árið, og tað sum fyri tveimum vikum tóktist púra vist, tykist brádliga at vera púra burturvið - og øvugt.

Hvør skuldi til dømis trúð eftir fyrru kappingarhálvu, at KÍ eftir 12. umfar tykist vera ein hin fremsti biðilin til bronsuna? Støðan í seinnu hálvu er tó tann, at liðið hevur vunnið á ávíkavist gull- og silvurvinnarunum frá í fjør, og hava brádliga tikið seg fram á fjórða plássið á stigatalvuni. Harumframt tykist tað eisini vera soleiðis, at klaksvíkingar eru teir bronsubiðlarnir, sum hava á pappírinum lættastu dystirnar eftir. Hetta skilt soleiðis, at útidystirnir eru allir móti liðum, sum tykjast vera illa fyri, meðan tey sterku liðini koma til Klaksvíkar á vitjan.

Toftamenn høvdu eisini eina sera ringa byrjan upp á kappingarárið, men síðani er stevið batnað alsamt, og eftir sigurin á NSÍ tykjast teir eisini standa sterkir í bronsustríðnum. Ósigurin hjá NSÍ bendir annars á, at liðið aftur í ár má finna seg í at spæla seinastu dystirnar í ongamannalandið.

Tey bæði fremstu frá í fjør standa enn á 16 stigum, og skal talan gerast um heiðursmerki til nakran av hesum, verður tað helst HB, men hetta tykist so krevja ein sigur á GÍ í útsetta dystinum.