Avgerðin um prestin í næstu viku

Á fundi í farnu viku innstillaðu kirkjuráðini í Norðoya vestara prestagjaldi trý fólk til starvið sum nýggjur prestur við heimstaði í Klaksvík.

Vanligt er ikki at almannakunngera nøvnini á umsøkjarum og teimum innstillaðu, og tað vil Hans J. Joensen, biskupur heldur ikki gera.
Fyrr í vikuni avgreiddi føroyski biskupurin málið frá sínari síðu, og er tað nú í danska Kirkjumálaráðnum.
Hagani verður væntað, at ein avgerð fellur miðskeiðis í komandi viku.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$