Flogbóltur - kvinnur
Tað syndrið, sum er eftir av spenningi í landskappingini hjá kvinnum, snýr seg um, hvørt tað skal vera Dráttur ella ÍF, sum skal vinna bronsuna. Í sær sjálvum ikki nógv at stríðast um á seinasta leikdegi á árinum, men fyri hesi bæði liðini hevur tað stóran týdning um tey enda sum nummar trý ella sum nummar fýra.
Tað er meistaraliðið frá í fjør, sum fer á vøllin sum heimalið í dag. Dráttur megnaði í fjør fyri fyrstu ferð nakrantíð at vinna meistaradeildina hjá kvinnum, og tað var eitt ordans hál. Í ár hevur haraftur ímóti ikki gingið so væl í hond, men veruleikin er samstundis, at meistararnir hava mist fleiri av grundstuðlunum síðani kappingarárið í fjør endaði, og tá eitt lið missir fleiri landsliðsleikarar, ber ikki bøtur.
Tað sæst á spælinum, og í so máta hevur Dráttur ikki verið nakað undantak.
Tá tað er sagt, skal leggjast afturat, at Dráttur eigur gott fólk at seta við, og tað er at vóna, at hetta verður gjørt, soleiðis at liðið næsta ár verður ført fyri at taka av teimum avbjóðingum, sum liggja í meistaradeildini.
Fyribils er tað tó dysturin móti ÍF ? um bronsuna ? sum skal avgerðast.
Gestirnir í Fuglafirði komu eitt sindur tvørir inn í hetta kappingarárið. Tað er ikki óhugsandi, at tær hava havt tað sum Jeppi, tá hann vaknaði í songini hjá baróninum, tí í fyrsta dystinum móti Mjølnir ? á útivølli ? gjørdi ÍF nevniliga tað bragd at vinna 3-2 í Klaksvík.
Hetta úrslitið var óvæntað, men tað segði okkum, at ÍF er um at vera komið á beint við kvinnuflogbóltinum. Eingin skal ivast í, at leikaratilfarið er til staðar, men tað er ein spurningur, um felagið fær tað burtur úr teimum ymsu leikarunum, sum tað eigur. Onkuntíð hava tær lyndi til at gloyma at sláa, og tað ber ikki til, tá liðið hinumegin smekkar bóltarnar yvir um aftur.
Dráttur og ÍF standa rímuliga væl til hvørt annað, og tí er lítið at ivast í, at áskoðararnir, sum fara inn á Nes, fáa ein fínan flogbóltsdyst. So er bara at vóna, at áskoðararnir vera nógvir í tali.
Seinni dysturin í kvinnudeildini í dag, verður millum Fleyr og Mjølnir. Hesin dystur er so fullkomiliga og aldeilis týdningarleysur. Mjølnir hevur vunnið silvur, meðan Fleyr undir øllum umstøðum endar aftast, og tí er hetta bara ein avgreiðsluspurningur.
Dystirnir í deildini eru annars hesir:
Fleyr og Mjølnir hittast í Gundadalshøllini og tann dysturin byrjar klokkan 13.00. Klokkan 14 spæla Dráttur og Fleyr og tann dysturin verður í høllini á Giljanesi.