Avgerð er nú tikin um at leiga danska vaktarskipið »Gorm« til vaktarskip, og verður skipið klárt um einar tríggjar vikur. Skipið er í donsku skrásetingini, men onkur smávegis umvæling skal gerast, eitt nú skal skipið hava krana, áðrenn tað verður endaliga góðkent av Skipasýninum.
Skipið er 36 metrar langt og 8,2 breitt og er sostat eitt sindur minni enn »Tjaldrið«. Og annars hevur tað alt, sum krevst til eitt vaktarskip, ikki minst er tað vælútgjørt á brúnni.
5 mió. bíligari
Spurdur um leigu- og rakstrarkostnað av hesum skipi, sigur fiskivinnumálaráðharrin Jørgen Niclasen, at við hesi leiguni samborið við hana av »Beskytteren« verður mett, at hetta skipið verður einar 5 mió. krónur bíligari at reka.
Og hví júst hetta skipið er valt, sigur fiskivinnumálaráðharrin, at onnur skip hava verið áhugaverd eisini og egnað, men talan hevur í flestu førum verið um størri umvælingar, áðrenn Skipasýnis góðkenning. Og hetta var eisini skipið, sum Fiskiveiðueftirlitið tilmælti at leiga, leggur Jørgen Niclasen aftrat.
Vaktarskipið »Gorm« verður leigað til nýggja vaktarskipið kemur tann 2. oktober 2000. Ein av fyrstu døgunum verður leigusáttmálin undirskrivaður.