Avgerðin follin

Sigrarnir hjá VB og Neistanum bera við sær, at seinasta umfarið í Elektron-deildini bert hevur kosmetiskan týdning

Hondbóltur

Seinastu vikurnar hevur verið greitt, at Kyndil og VÍF skulu spæla FM-finalurnar. Tað vetið av spenningi, sum hevur verið, hevur snúð seg um, hvat av liðunum skuldi eiga heimavøllin í eini møguligari triðu finalu, og um Neistin megnaði at halda fast um bronsukrónurnar.
Báðir hesir spurningar vórðu svaraðir í gjár.
Í Vági eydnaðist heimaliðnum at seta eitt gott punktum á heimavøllinum, tá tær ongan tíð lótu VÍF sleppa nakran veg. Fyri steðgin var tað VB, sum hevði munin, og eftir steðgin settu tær veruliga ferð á, soleiðis at sigurin ongan tíð var í vanda.
Sigurin hjá VB munaði tó lítið í bronustríðnum, tí við útisigri móti botnliðinum úr Stjørnuni syrgdi Neistin fyri, at tær fáa bronsukrónurnar, tá seinasti dysturin er spældur.
Soleiðis er nú endaliga staðfest, hvør raðfylgjan á stigatalvuni verður, tá seinasta umfarið er av komandi vikuskifti. Á pappírinum hevur Stjørnan møguleika at koma ájavnt við StÍF í stigum, men strandingar eru betri í innanhýsis uppgerðunum, og tí verður Stjørnan verandi á aftasta sessinum, sum tær hava átt størsta partin av árinum.