Avgerðin er ikki langt burtur

Næstsíðsta umfar í kvinnukappingini í fótbóti verður ídag

Síðstu sunnudags dystirnir í ár í kvinnukappingini í fótbólti eru á skrá ídag. Kappingin endar leygardagin, tá ið 20. og seinasta umfarið verður.

 

Tey bæði toppliðini – EBS/Skála og KÍ - sum kappast um FM heitið skulu í eldin á middegi.

EBS/Skála fær vitjan av HB. Hetta er fjórðu ferð, at hesi liðini hittast í landskappingini í ár, og higartil hevur EBS/Skála vunnið allar dystirnar. Á útivølli 1-0 og 3-1 og 4-1 á heimavølli.

 

 

KÍ skal spæla á útivølli ímóti ÍF/Víkingi. Mikukvøldið hittust hesi liðini í útsettum dysti í Klaksvík, og tá vann KÍ 7-1. Í vár vann KÍ 4-0 á heimavølli, og fyrru ferðina, tá ið ÍF/Víkingur átti heimavøll, var úrslitið 9-0 til KÍ.

 

 

Triði dysturin verður seint seinnapartin á Svangaskarði, har setningurin hjá B68 verður at vinna fyri fyrstu ferð í ár. Tølini siga, at B36 er favorittur, tí tá ið liðini fyrru ferðina hittust á Toftum, vann B36 2-0, og í Gundadali hevur heimaliðið fyrr í summar vunnið tvær ferðir 4-0.

 

  

ÍF/Víkingur-KÍ: Oda Andreasen kl. 13.00

B68-B36: Kristian Gunnar Joensen kl. 17.30

EBS/Skála-HB: Stephan Petursson kl. 12.30

 

Støðan

 

http://www.faroesoccer.com/content.php?pid=67