Avdúking: Johnny skrivar dulnevnt á VP

Sosialurin í dag avdúkar teldupostsamskifti, sum prógvar, at Kringvarpsstjórin skrivar dulnevnt um seg sjálvan og Liljuna Weihe á vp.fo

Tvær ferðir í síðstu viku skrivaði Johnny í Grótinum greinar á Vágaportalinum um sítt egna starvsfólkamál við Liljuna Weihe. Men í báðum førum vórðu greinarnar lagdar út í navninum hjá Ólavur í Beiti, ábyrgdarblaðstjóra á vp.fo. Skuggaspælið hjá Johnny í Grótinum og Ólavur í Beiti sæst í Sosialinum í dag. Sosialurin hevur fingið teldupostarnar, sum eru lagdir út í at kalla fullum líki á Vp.fo. Teir eru prentaðir í blaðnum í dag. 

 

Sjálvur avnoktar Johnny í Grótinum ikki, at hann hevur skrivað hesar greinar, men vísir á orsøkir og upptakt til teldupostarnar, sum Sosialurin hevur fingið. Ólavur í Beiti á Vágaportalinum sigur í dag, at hann skilur ikki trupulleikan. 

 

Tú kanst lesa alt málið í Sosialinum, sum er í sølubúðunum nú seinnapartin. 

 

Blaðið kann eisini keypast í teldutøkari útgávu á www.sos.fo