Nýggjársdag í 1970 varð Sandoyar Ítróttarfelag stovnað. Felagið hevur harvið í dag 50 ára stovningardag.
Dagurin varð markeraður í høllini inni í Dali, og felagið greiðir í kvøld soleiðis frá á facebookvanga sínum
So var sjálvur føðingardagurin at enda komin!
Sandoyar Ítróttarfelag B71 ynskir at takka øllum tykkum mongu sum gjørdu sær tann ómak at møta upp og feira dagin saman við okkum. Allarhelst vóru tað nógv sum gjarna vildu vera har, men tað lá ikki fyri. Vit kunnu vissa tykkum um at har vera nógvir møguleikar komandu 12 mánaðirnir at vísa tykkara stuðul á allar møguligar mátar og luttaka í einum fantastiskum 50. ár í B71 høpi.
Á skránni í dag var mangt og hvat. Hátíðarløtan í Høllini byrjaði við tøgn í ein minutt fyri at minnast tey vit mistu á leiðini, bæði nýliga og annars.
Hareftir avdúkaðu vit eina minnisplátu sum Føroya Grótvirki hevur staðið fyri at framleiða, ið skal fáa sítt serliga pláss at hanga inni í Dal allar dagarnar framyvir, ið felagið verður virkið. Minnisplátan er av fyrstvaldu nevnd felagsins og harvið stovnarunum av B71 afturi í 1970.
Jógvan Nicodemussen betri kendur sum Jógvan í Klingruni og allarfyrsti formaðurin í søguni, hjálpti núverandi formanni okkara Karl Vidtfeldt at avdúka grótplátuna, og eftir at Karl hevði hildið eina lítla røðu um virksemi felagsins, so setti Eli Hentze, Jógvani, stevnu um stovning og minniigar løtur fyrstu tíðina.
Mangt og hvat kom undan kavi í fyrireiking til hendan føðingardagin, m.a. at tvey konufólk møttu upp til stovnandi aðalfundin 01.01.1970. Tað er tíverri ikki altíð at bæði kynini eru umboðaði í fótbólttshøpi og tí vildu vit markera tað at hesar báðar hildu seg framat og luttóku í at stovna felagið fyri 50 árum síðani. Tóra Jensen og Elsa Vest vóru kvinnurnar og tær fingu báðar blómur handaðar.
Áðrenn vit rundaðu av, so var orðið frítt og Sands Kommuna, umboðað av Poul Klementsen, nýtti høvið at handa felagnum eina risa føðingardagsgávu á 50.000 kr, ið Poul boðaði frá fór at koma omaná vanliga stuðulin sum fer at vera latin fyri 2020. Ein fantastisk gáva, umframt ein álitisváttan um alt okkara góða arbeiði og samstarv.
Hátíðarløtan inni í høllini vardi ein góðan tíma og so bjóðaði B71 øllum uppmøttum uppá at fáa sær føðingardagskaku og kaffi/the, saft o.a. gott.
Á veg uppá var ein lítil framsýning við lutum, steypum, blusum, bløðum o.m.a., ið vísti ein brellbita av tí stóra søguliga tilfarið sum felagið hevur at vísa á og stuttligt var at síggja fólkini standa rundanum og hyggja, peika, fortelja og flenna.
Ein væleydnaður føðingardagur uppá allar møguligar mátar og ein sera góður máti at byrja eitt heilt serligt ár uppá og nýtt kapittul í B71 søguni.
Ein hjartans tøkk fyri allir, leikarar, venjarar, viðhaldsfólk, nevndarlimir, hjálparfólk, áskoðarar, stuðlar, o.m.a. fyri tykkara ótroyttiliga íkast til felagsarbeiði í 50 ár!
Við 50 ára kvøðu,
Sandoyar Ítróttarfelag B71
Fleiri myndir eru á facebookvanganum hjá B71