Í morgin, 3. september, hevði Fridtjof Joensen verðið 100 ár, og í tí sambandi ferð Føroya Sjómannadagur at seta upp standmynd, ið er evna til eftir einari minituru hjá Fridtjof Joensen.
Klaksvíkar kommuna greiðir frá, at talan er um eitt av forarbeiðunum hjá Fridtjof Joensen, sum er gjørt úr gipsi í 1977 og er eini umleið 15 cm høgt, ið nú er gjørt sum ein standmynd úr bronsu.
Myndevnið er ein kvinna, ið hyggur eftir einum bátsróðri, og upprunaverkið er skannað inn á teldu og síðani blást upp, soleiðis at menninir handan Sjómannadagin hava fingið gjørt eina bronsustandmynd úr myndini. Standmyndin er um 180 cm høg og eitur Kvinna við róðrið.
Soleiðis sigur Klaksvíkar kommuna um Fridtjof Joensen:
Fridtjof Joensen, listamaður er føddur í Mikladali 03.09.1920 og doyði 19.07. 1988. Foreldrini vóru Poul Joensen og Bernhardina Johansen. Fridtjof giftist 30.08. 1952 við Karin Eliasen (1922-1974). Fridtjof Joensen tók prógv sum maskinmeistari í 1945 á Motorfabrikken Tuxham A/S í Keypmannahavn. Hann sigldi sum maskinmeistari við trolra og arbeiddi sum smiður í fleiri ár eftir hetta.
Tó teknaði Fridtjof nógv og gjørdi oftan træskurðir í frítíðini, so hugurin hevur altíð staðið til listina og listahandverkið.
Frá 1967 til 1970 gekk Fridtjof á Det Kongelige Danske Kunstakademis billedhuggerskole í Keypmannahavn, har serliga Mogens Bøggild var lærari hansara.
Myndevnini hjá Fridtjof Joensen hava oftast verið sjómanslív, í hoyna, bygdalív, børn spæla og líknandi. Tó er hann einamest kendur fyri hópin av teimum sigandi og rámandi minnisvarðum, sum standa í mongum bygnum í Føroyum – Minnisvarðar og rekieffir fyri teir, sum farnir eru á sjónum.
Flestu teirra eru naturalistiskar endurgevingar í bronsu. Eisini hevur hann gjørt fleiri andlits- og bringumyndir í gips og bronsu.
Klaksvíkar býráð hevur fleiri forarbeiðir í gipsi til ymsar standmyndir, sum eru gjørdir. Eisini eru nøkur forarbeiði, sum ikki eru framd í verki. Hann arbeiddi eisini við jarni, stáli, kopari og aluminium.
Men grundhandverkið dugdi hann. Fridtjof Joensen var ein framúr teknari – blýantin hevði hann góðan.
I 1980-unum arbeiddi hann meira frítt og royndi ymiskt við ymiskum tilfari og gjørdi eisini kollagir og nonfigurativar skulpturar.