Forsetin í Egyptalandi, Hosni Mubarak, vil hava ísraelsku myndugleikarnar at gevast við at avbyrgja tey palestinsku økini Gaza og Vestara Áarbakka.
Í samrøðu við vikublaðið Al-Mussawar sigur Mubarak, at Ísrael fær einki burtur úr við at nýta harðskap ímóti palestinum, tí treytin fyri friði er, at partarnir virða hvør annan, sigur hann. Sjálvur ætlar hann sær at seta seg í samband við ta næstu ísraelsku stjórnina, so skjótt hon er skipað, og tá fer hann at mæla Ísrael til at taka friðarsamráðingarnar uppaftur beinanvegin.
Tann palestinska Hamas-stjórnin má eisini gera sítt. Eitt nú skal hon viðurkenna allar avtalur, sum higartil eru gjørdar við Ísrael, men eg haldi, at vit mugu geva stjórnini stundir til at fáa fótin fyri seg fyrst, sigur egyptiski forsetin.