Avbygdarfólk atgongd til bað og WC á jóansøku

Ikki verður neyðugt hjá avbygdafólki at leita eftir onkrum skoti, um neyðsynjarørindi skulu gerast. Á jóansøku letur alment WC upp í Vági, har atgongd eisini er til brúsu, vaskimaskinu og telefon.

Dagfinn Olsen


Vágs Matmøðrafelag lat fyri stuttum dyrnar upp í nýggja, snotuliga Heimavirkinum.

Í kjallaranum eru brúsa, WC og annað, ið er opið, tá Heimavirkið annars er opið.

Óivað nakað, ið ferðafólk fegnast um, men væntandi kemur hetta eisini væl við hjá jóansøkugestum, tí húsini liggja væl fyri í miðbýnum í Vági.