Jørgen Niclasen er greiður yvir tær væntaðu demografisku broytingarnar og hædd verður tikin fyri teimum í arbeiðinum við komandi fíggjarkørmum, sum skulu leggjast fram innan 1. apríl. Tað sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, tá hann verður spurdur um at gera viðmerkingar til frágreiðingina frá Búskaparráðnum. Hann sigur tó, at í Fíggjarmálaráðnum meta tey ikki, at talan er um 750 milliónir, sum fara at mangla í, men at upphæddin verður umleið 300 milliónir.
- Búskaparráðið byggir sína frágreiðing á framrokningarnar hjá Hagstovuni, sum vísa, at fólkatalið fer at minka við sjey prosentum framyvir. Tey tølini, vit nýta í Fíggjarmálaráðnum eru nakað bjartskygdari, og taka hædd fyri, at fólkatalið er vaksið seinastu tíðina, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, og minnir á, at orsøkin til at framløgan hjá Búskaparráðnum er fyrst í mars, júst er fyri, at Fíggjarmálaráðið skal hava møguleika at taka ráðini til sín í arbeiðinum við fíggjarkørmunum, sum skulu leggjast fram innan 1. apríl.
Jørgen Niclasen sigur, at eingin ivi er um, at okkurt má gerast, og at tiltøk mugu setast í verk beinanvegin.
- Vit sleppa ikki undan eini pensjónsnýskipan og øðrum tiltøkum. Avbjóðingin er her og nú, ikki um 35 ár. Okkurt má gerast, men tíbetur vænta vit, at upphæddin er nakað lægri enn tann, sum Búskaparráðið førir fram.
Búskaparráðið mælir til, at okkurt verður gjørt fyri at hækka inntøkurnar, men hesum er Jørgen Niclasen ikki samdur í.
- Eg skilji ikki, hví heimini runt landið skulu hava minni, fyri at tað almenna skal hava meira. Tí haldi eg, at vit mugu heldur hyggja at møguleikanum at tálma útreiðslurnar hjá tí almenna, heldur enn at økja almennu inntøkurnar. Tó so, allarhelst er neyðugt at gera eitt sindur av báðum, sigur hann.
- Skulu vit seta tiltøk í verk fyri at finna 750 milliónir krónur, so verður tað eitt sjokk fyri samfelagið, og eg vænti, at fólkatalið hevði minkað væl meiri, enn framrokningarnar frá Hagstovuni vísa til.
Jørgen Niclasen gleðist tó um, at Búskaparráðið hevur sett spurningin um demografisku broytingarnar á breddan.
- Frágreiðingin vísir at vit mugu seta fokus á fólkatalið, á at skapa fólkavøkstur. Tað sæst týðiliga, at væntaða minkingin er av fólki í arbeiðsførum aldri. Tað er altavgerandi fyri fíggjarliga haldførið í framtíðini, at fólkatalið veksur, og vit politikkarar mugu taka hesar avbjóðingarnar í størsta álvara, sigur hann.
Les meiri um várfrágreiðingina frá Búskaparráðnum í Sosialinum í dag.










