John Johannessen
? Nýggja veljarakannigin vísir, at tveir triðingar at Føroya fólki eru ímóti fullveldisætlanini. Somuleiðis sýna aðrar kanningar, at tveir triðingar ynskja eina nýggja skipan innan fyri ríkisfelagsskapin. Hetta eigur landsstýrið at virða og leggja frá sær ella broyta ætlanina, heldur Edmund Joensen.
Formaður Sambandsfloksins vísir á, at Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin hava gjørt greitt, at teir hava eitt alternativ til fullveldisætlanina. Hetta gjørdu teir, tá teir í felag skrivaðu tilmæli til landsstýrið eftir viðgerina í uttanlandsnevndini av samráðingaruppritinum.
Hetta alternativ inniber, at Føroyar skulu fáa eina nýggja skipan við Danmark, ið gevur okkum víðkað sjálvræði innan fyri ríkisfelagsskapin. Men hvussu modellið fyri hesi loysn skal síggja út, sær Edmund Joensen sum eina stóra uppgávu hjá andstøðuflokkunum at finna út av. Í tilmælinum til landsstýrið vístu teir báðir stóru andstøðuflokkarnir nevniliga ikki á nakað felags álit. Í staðin vísti Javnaðarflokkurin á sítt sjálvstýrisuppskot og Sambandsflokkurin á sítt nýskipanaruppskot.
Fáa aðrar flokkar við
Edmund Joensen ivast ikki í, at tað fer at eydnast Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum at finna fram til eitt felags modell. Modellið skal hava timælið, gjørt varð í uttanlandsnevndini, sum útgangsstøði, og síðani skulu aðrir flokkar við í samstarvið.
? Tað er ikki nóg mikið, at Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin taka seg saman um eitt nýtt samráðingarupplegg. Talan má vera um eitt samstarv, ið eisini fevnir um Fólkaflokkin og smáu flokkarnir. Vit skulu í veruleikanum finna fram til eina semju, ið allir flokkar uttan Tjóðveldisflokkurin standa aftan fyri, sigur Edmund Joensen.
Slíka semju trýr Edmund Joensen tað bera til at finna fram til. Hann vísir á, at vit seinastu tíðina hava fingið heilt greiðar ábendingar um, at veljararnir ikki taka undir við tí leisti samgongan og serliga Tjóðveldisflokkurin førir í ríkisrættarliga spurninginum.
Tveir møguleikar
Edmund Joensen sær tveir møguleikar fyri, at Føroyar fara undir nýggjar samráðingar um ríkisrættarligu støðuna. Ein møguleiki er, at samgongan eftir úrslitið av veljarakanningini tekur til eftirtektar og letur nýggja samgongu sleppa framat. Hon møguleikin er, at samgongan letur tekur bakkar og tekur andstøðuna við í málið um ríkisrættarligu støðuna.
Formaður Sambandsfloksins er vísur í, at fáa vit eina nýggja samgongu, ið leggur seg eftir at fáa víðkað sjálvstýri innan fyri ríkisfelagsskapin, fáa vit veruligt sjálvræði, ið byggir á ein tryggan búskap.
Mugu varðveita blokkin
Hóast Edmund Joensen heldur, at vit eiga at arbeiða fram ímóti víðkaðum sjálvstýri innan fyri ríkisfelagsskapin, er hann ikki sinnaður fyri at taka av blokkstuðulin. Hann vísir á, at blokkstuðulin ber helvtina av búskapinum og ein triðing av fíggjarlógini, tí er samfelagið ikki ført fyri at klára seg uttan veitingina úr Danmark.
? Vit vita jú, at flest allir búskaparfrøðingar hava víst á, a tað er vandamikið fyri føroyska búskapin, fellur blokkstuðlin burtur. Ein teirra hevur enntá í grein í Dimmalætting víst á, at sjálvt ein skiftistíð á 15 ár, sigur Edmund Joensen.
Undir spurnarorðaskiftinum á fólkatingi herfyri um ríkisrættarligu støðu Føroya komu frá donsku politikarunum fram greiðar ábendingar um, at danir undir øllum umstøðum ynskja blokkstuðulin burtur. Men hetta metir Edmund Joensen vera yvirtulking. Hann vísir á, at tað, danir meina við, er, at tað ikki ber til, at danir veita føroyingum blokkstuðul, um skattaprosentið í Føroyum skal vera nógv lægri, enn tað í Danmark.
? Tað, ið danir meina, er, at vit ikki bert skulu taka ímóti, men eisini geva, sigur Edmund Joensen.
Formaður Sambandsfloksins heldur, at tað kann føra til eina hættisliga støðu fyri føroyska samfelagið, um landsstýrið heldur fram eftir sama leisti í fullveldismálinum. Hann vísir á, at um tað kemur so langt, at ein sáttmáli verður feldur á eini fólkaatkvøðu, førir hetta til pínliga støðu í Føroyum.