Seinnapartin í dag prátaðu amerikanski forsetin, Donald Trump og russisk forsetin, Vladimir Putin, saman í telefon.
Útlendskir miðlar vita at siga, at samrøðan millum forsetarnar vardi í umleið hálvan annan tíma.
Lítið ítøkiligt er frætt um, hvat spurdist burturúr samrøðuni, og hvørjar ítøkiligu treytirnar hjá russum eru fyri einari vápnahvíld.
Ymiskt hevur tó verið frammi, og eitt nú hevur verið nevnt, at russar skulu gevast við at leypa á undirstøðukervið hjá Ukraina.
Men, sambært AFP-tíðindastovuni hoyrast longu í kvøld ávaringarlúðrar yvir ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv.
- Loftverjuskipanir eru aktiveraðar í Kyiv, eftir samrøðuna millum Donald Trump og Vladimir Putin, veit AFP-tíðindastovan at siga.
Sambært Hvítu Húsunum er leiðin móti friði í Ukraina í fyrsta lagi ein vápnahvíld innan orku-og undirstøðukervið í londunum báðum.
Lesið eisini her - https://www.in.fo/news-detail/granskari-putin-kann-vera-sera-noegdur-eftir-samroedu-vid-trump