Tað var klokkan trý korter til sjey í morgun, at løgreglan fekk boð um, at olja var á vegnum í Leirvík, í Norðragøtu, gjøgnum Gøtugjógv og niðan á Gøtueiði. Løgreglan heitir tí á bilførarar um at vísa størsta varsemi.
– Eg havi tosað við starvsfelaga, sum var á staðnum, og hann sigur, at tað byrjar í Leirvík, og so er tað eitt sindur verri í Gøtu. Men hann sigur eisini, at tað so svikaligt, at tað er hált summastaðni, og so tátt onkustaðni innímillum, tí er best at vísa størsta varsemi hjá teimum, sum fara út í ferðsluna í Eysturoy í morgun, sigur vaktleiðarin, Bjarni Nattestad.
Landsverk hevur fingið boðini og fólk haðani fara út at vaska vegin.
##med2##











