Svenski forsætisráðharrin, Ulf Kristerson, ávarar ímóti at lata Svøríki standa uttanfyri og bara taka Finnland sum lim í verjusamgonguni Nato.
– Tað hevði verið ringt fyri Svøríki, ringt fyri nærøki okkara, ringt fyri Nato og fyri evnini hjá Svøríki til saman við Finnlandi at veita trygd, samstundis við at vit hava eitt kríggj í nærøki okkara, sigur hann í samrøðu við Financial Times.
– Tað ógvuliga tætta hernaðarliga samstarvið millum Svøríki og Finnland, áðrenn vit gerast limir í Nato, fer í stóran mun at gerast trupult, um vit verða skild sundur sum limalond, sigur Kristersson.
Higartil hava Svøríki og Finnlandi hildið fast við, at tey ynskja at gerast limir í Nato samstundis.
– Vit byrjaðu tilgongdina saman, hara gjøgnumført hana saman, og vit vilja enda hana saman, sigur Kristersson.
Hann leggur afturat, at hann vónar eina góðkenning innan Nato-toppfundi í Litava í summar.
Starvsfelagið hjá Kristersson í Finnlandi, Sanna Marin, hevur tosað fyri júst tí sama, tá hon fríggjadagin tosaði á árliga trygdarráðstevnuni í München. Har vóru umsóknirnar hjá teimum báðum norðurlondunum um limaskap eitt heitt evni.
– Tað er í áhugamálum hjá Nato, at Svøríki og Finnland gerast limir samstundis, segði marin í røðu síni.
Tey bæði londini søktu í mai í fjør um at gerast limir í verjusamgonguni eftir í mong ár at hava vilja verið óheft.
Bæði londini grunda tað við, at hóttanin ímóti teimum er versnað eftir russisku innrásina í Ukraina í februar í fjør.
Øll Natolond skulu vera samd um at taka upp nýggjar limir.
Turkaland hevur sum einasta av teimum núverandi 30 Nato-londunum sett seg ímóti at taka Svøríki upp í samgonguna. Tað skal vera tí, at Svøríki hýsir kurdiskum bókum og einstaklingum, sum turkiska stjórnin metir sum yvirgangsfólk.
/ritzau/TT