Ávara ímóti vandamiklum mati til pinkubørn

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar ímóti mati til pinkubørn, sum kann verða eitrandi

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar í dag ímóti einum ávísum slagi av mati til pinkubørn.

Talan er um vistfrøðiligan pinkubarnamat og í ávaringini frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, verður maturin lýstur soleiðis:


"Økologisk babymad med hirse og æble/pære

 Holle Bio-Babybrei Hirse Apfel-Birne “Demeter”"

Lotnummer: L 13239, men haldførið er ikki upplýst.


Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at maturin er seldur í internethandlum og øðrum handlum, men tað er enn ikki greitt um hetta slagið av pinkumati er selt í Føroyum.

Orsøkin til, at ávarað verður ímóti matinum, er at tað er ov nógv av evnunum tropan alkaloidunum atropin og skopolamin, í honum.

 

- Tropan alkaloid eru natúrlig eiturevni, sum, eitt nú, eru í hirse, men av tí, at tað kann verða skaðiligt at eta tropan alkaloid, verður vøran afturkallað. 

 

Sjúkueyðkennini fyri alkaloid eitran, kann vera hyperventilatión, órógv og øktur fjáltur.

Tí verður mælt til, at tey, sum skuldi ligið inni við hesum slagi av pinkubarnamati, tveita tað burtur, ella lata tað inn aftur í handilin, haðani tað er keypt, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.