Av Trafalgar á Tvøroyri

Hergeir Nielsen

Fríggjadagin í komandi viku eru 200 ár liðin síðani stóra sjóslagið við Trafalgar

Trafalgar liggur vestanfyri Cadiz á leiðini, har nýggi Smyril er smíðaður, og har stóð tað avgerandi sjóslagið undir Napoleonskrígnum.

Meðan fransmenn og spaniólar mistu tjúgu skip, mistu bretar bara eitt, men so mistu teir eisini sjálvan herflotaovastan, lord Horatio Nelson.

Ein kúla rakti epaulettini á vinstru øksl hansara, fór síðani inn í bringuna, og tók lívið av honum.

Her um okkara leiðir høvdu Nólsoyar Páll og hansara menn flotað Royndina Fríðu árið fyri. Teir vildu tryggja fólkinum mannsømulig kor og royndu at vinna á hungri og halli.

"Tó skal eg mín naglafara, stýra eftir grunni,
heldur enn fólki doyggja skal við tarablaði í munni."

- segði Bóndin um Nólsoyar Páll, Royndina Fríðu og tær framburðskreftir, ið tá stríddust móti afturhaldi og yvirvaldi.

Nú tvær øldir seinni seinni er ein nýggjur Smyril ávegis, og hann kemur sum frammanfyri nevnt av leiðini við Trafalgar.

Øll gleðast vit um, at hann endiliga kemur. Hann var eitt høvuðspunktið í Suðuroyarætlan okkara, og hann leggur at í nýggju samferðsluhavnini á Trongisvágsfirði, sum so aftur er annað av fleiri punktum, sum nakað spurdist burturúr.

Smyril ætlaðu vit at brúka til at bøta um sambandið um Suðuroyarfjørð. Hesin fjørður er og verður okkara landsvegur, og hendan fjørðin noyðast vit at rógva enn eitt áramál framyvir.

Vit settu okkum fyri at dagføra sambandið við Suðuroynna, og fóru undir at byggja eitt størri skip, ið kundi sigla skjótari og oftari.

Dagsins samgongumenn halda nakað annað, tíverri, og nú teir fáa eitt nýtt skip borið upp í hendi tykjast hugskotini um at brúka landsveg okkara til onnur endamál ongan enda fáa.

Ein vil brúka hann til millumlandasigling, meðan annar vil binda hann í kajina fyri at læra seg at sigla við honum.

Nelson, sum varð nevndur frammanfyri, gjørdist heimskendur, tá hann fýra ár undan slagnum við Trafalgar setti kikaran fyri blinda eygað og vann slagið á Reduni uttanfyri Keypmannahavn. Hetta var 2. apríl í 1801.

Bretar stóðu seg ikki væl í hesum bardaganum, og tá tann eldri herflotaovastin, sir Hyde Parker, vant flagg nr. 39 í húnar hátt, var tað eitt tekin til bretska skipaflotan um at gevast við stríðnum.

Blindur á øðrum eyganum og veipandi í loft við einum stumpi av høgra armi gekk Nelson aftur og fram eftir dekkinum á sínum skipi. Honum lá ikki til sins at gevast, og deyðarevsing var honum vís, aktaði hann ikki boðini frá ovasta sínum.

Tá var tað, hann skrivaði søgu. Hann setti kikaran fyri blinda eygað og gav boð um at stríðast víðari við Union Jack og stríðsflaggi nr. 16 uppi.

Tá hann eingi boð sá sjálvur um at gevast á hondum, og tá hann nakað seinni hótti við at drukna allar teir donsku fangarnar, vóru tað danir, ið góvust.

Nakrir dagar eru nú farnir, síðan hendan bardaga og oyggjalandið Føroyar er við at skipa seg í einum meginlandi, har 9 av 10 føroyingum koyra inn í túni hjá hvørjum øðrum á nátt sum degi.

Uttanfyri henda meldurin liggja vit suðringar á einum meginøki, og tað er ein tíð enn, áðrenn vit røkka øðrum leiðum enn Suðuroyarfirði, vilja vit av oynni.

Sambandið við útlandið er betri enn sambandið við Suðuroynna. Meðan fólk flest sleppa niður og upp sama dag, telja vit framvegis dagar, tá vit skulu til og frá flogfarinum, so enn er langt á mál.

Dagsins samfelag hevur sínar avbjóðingar, og ein avgerandi fortreytin fyri trivnaði og menning er, at støðugt og títt samband er aftur og fram allan dagin, hvønn dag í viku.

Tað sama halda teir á Skálafjørðinum, sum fyrst høvdu Oyggjarvegin, síðani Kaldbakstunnilin, og sum nú fara undir ta triðju farleiðina undir fjørðin fyri at røkka miðstaðarøkinum so skjótt og so ofta sum gjørligt.

Meðan nakað er vunnið við Smyrli, liggur annað og bíðar í rættarnevndini, sum nú ger sær sínar metingar av, um vit suðringar skulu hava ein triðja túr um dagin ella ikki.

Vit vóna tað besta, og sjálvandi fara vit at bjóða Smyrli hjartaliga vælkomnum heim av leiðini við Trafalgar.

Tað er eitt vælaverk og eitt av teimum heilt stóru frambrotunum í okkara tíð, sum nú hevur sett kós heim til Suðuroyar.

Hvat túratalinum viðvíkur, so gevast vit ikki á hondum, men seta kikaran fyri blindað eygað, vinda flagg nr.16 í húnar hátt, og stríðast til vit einaferð vinna á mál.