Sambært løgregluni hevði The Game bilt einum hýruvognsførara inn, at hann var løgreglumaður og sostatt fingið hýruvognføraranum at koyra alt ov skjótt millum annað yvirum fleiri reyð ferðsluljós. The Game er nú ákærdur fyri at lata sum um, at hann var løgreglumaður, skrivar Billboard.com.
Jeffrey Lichtan, sakførari hjá The Game noktar at ákærurnar eru sannar. Hann greiðir frá, at løgreglan var eftir The Game, frá tí løtu hann kom til New York. Jeffrey Lichtman sigur, at talan var um ein sera vánaligan hýruvognsførara. Hann sigur við Billboard.com, at tað er burturvið, at løgreglan á hendan hátt ger seg inn á The Game og restina av hip hop umhvørvinum.