Av Heystfagnaði í brummuna á politstøðini

Ein maður var sunnumorgunin handtikin á Eiði, eftir at menn vóru farnir til hendur

 

Sunnunáttina klokkan 03 fekk løgreglan fráboðan um, at fyriskipararnir av heystfagnaðinum høvdu afturhildið einum manni. Tá løgreglan kom á staðið og kannaði málið, vísti tað seg, at tríggir mans vóru farnir til hendurs.

Tað eini maðurin varð handtikin og tikin við til Havnar, har hann slapp at gista í detentiónini á politistøðini í Havn.

Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at teir tríggir menninir eru skuldsettir fyri brot á skilhaldsreglarnar. Og tá teir soleiðis eru skuldsettir fyri »harðligan atburð« – tá tað ikki verður skuldseting um »harðskap«, er bótin 3.000 krónur.

Hinir báðir menninir vórðu skuldsettir á staðnum og vórðu ikki tiknir við á støðina.

 

Klokkan 8 gjáramorgunin var ein bilførari tikin fyri koyra ávirkaður av rúsdrekka og av øðrum narkotiskum evnum.