Av fjalsins brún

 

tórbjørn jacobsen

 

Meðan infrastruktuelli landsstýrismaðurin, Henrik Old, klippir snórar í nógva roykinum frá fýrverkinum hjá Evaldi Kjølbro, er hann ikki smáligur í retorikkinum, ætlar at brúka milliardir til vegir, berghol og undirsjóvarsmogur tey næstu árini – allastaðni uttan í Eysturoy. Samstundis daga tey bæði Sverri Hansen og Kristina Háfoss undan har uppi á fjalsins brún. Uttast á tromini líta tey yvir staðin og landið, og eru samd um, at nú skulu kommunurnar temjast og bindast niður, tí íløguøði teirra fer at styrkja og vaksa um konjunktursveiggini í samlaða búskapi landsins.

 

Tilmælini eru greið, hitt kommunala frælsið skal skerjast, landsmyndugleikin skal nú gera av hvussu farast skal fram, tá íløgur verða raðfestar hjá kommununum. Búskaparráðið mælir eisini til samanleggingar, fyri at fáa færri og harvið størri kommunalar eindir. Hetta seinra kann vera skilagott, men totalt malplaseraða fólkaatkvøðan, um hetta sama, í seinasta valskeiði, forðar fyri øllum skilvísi í so máta. Kommunurnar hava annars, sum er, eina avmarking, sum ivaleysa væl heldur skil á teirra búskapi, og tað er áleggingin um, at ongin kommuna kann hava eina lánsbyrðu, sum er størri enn ein álíkning. Tann skipanin hevur riggað heilt væl, og flestu teirra liggja langt undir hesum markinum, hóast onkur nærkaðist múlanum aftur, táið landið rann spelandi undan allari ábyrgdini á eldraøkinum.

 

Útsagnir Sverra eru búskaparfrøðiligar og yvirskipað skilagóðar. Kristina ætlar at fremja onkrar ætlanir teirra vísu, ikki við lóg, tí hon veit, at ein slík vildi verið skolað útaftur úr tinginum, men við at tosa kommunurnar upp í lag. Hesar skulu onkursvegna sjálvar sleppa at gera av, um tær verða skutlaðar ella skornar á háls. Og sum ikki einaferð verður lítið og onki tosað um ovurstóru nýtsluna í rakstrinum hjá landinum, sum bara er farin galopperandi avstað tey seinastu nógvu árini. Og nú vórðu íløgurnar hjá kommununum so brádliga tann stóra yvirskriftin, og høvuðstrupulleikin í teimum búskaparligu Føroyum.

 

Hyggja vit isolerað at Eysturoynni íløgum viðvíkjandi, so ætla landsstýri og løgting at kalla onga íløgu at fremja í hesum partinum av landinum í hesum valskeiði, tað gjørdu tey sum stjórnaðu seinastu samgongu heldur ikki, hóast parlamentariska grundarlagið undir tí samgonguni skreið skært í eysturoyartingmonnum. Well, sigur onkur, hvat so við Tangafjarðarsmoguni? Ja, hon er í grundini bara ein almenn kiosk – eitt taxametur – sum landsmyndugleikin plaserar undir havbotninum í Tangafirði fyri at fíggja eina aðra undirsjóvarsmogu – Sandoyartunnilin. Harvið skal hon bæði gjalda seg sjálva aftur, og eisini eina íløgu sum er á stødd við hana.

 

Hetta er annars eitt áhugavert mál, Tangafjarðarsmogan. Løgtingið samtykkir í hesum førinum at gera eitt hol frá portali til portal. 1 stk. hol, punktum. Hvussu ferðslan skal koma til og frá hesum holinum hava teir ikki givið gætur, og partafelagið, við almenna partapeninginum og kassaapparatinum, fyriheldur seg bara straight til lógina, og als ikki til hvussu ferðslan skal skipast til og frá serstakliga í Tórshavnar- og Runavíkar kommunu. Hóast Also-entertainarin í landsstýrinum, maðurin við ministeriellu ábyrgdina, meiggjar við tí stóra penslinum, tá tað snýr seg um undirstøðukervi allar aðrar staðir í landinum, hvøttir ikki úr honum, táið tað snýr seg um ferðsluligu avleiðingarnar báðumegin við Tangafjarðarsmoguna, kanska ætla hann og partafelagið, sum hann eigur, at smyrja avleiðingarnar uppí ermarnar á fyrr umrøddu kommunum, men so lætt fer hetta klaverið ikki at spæla. Í okkara føri snýr tað seg um einar 30 milliónir krónur, alt eftir hvør loysnin verður, og ta rokningina ætla borgararnir í Runavíkar kommunu ikki at gjalda. Havi tykkum hetta fyri eyga, nú tit sita við fíggjarlógargerðini fyri árið 2017. Og nú humørið annars er so gott á landsstýrismanninum í undirstøðukervi, kundi hann eisini skverað vegin omanfyri bygdina í Skálafirði (eitt gamalt mál, ið fyri langt síðani skuldi verið loyst, men sum so skilaleyst bleiv skvøtt burtur av einum landsstýrismanni í óðum verkum), Funningsfjarðarvegin og Oyndarfjarðarvegin inn í kabalina, sum landsstýrið, sum skilst, situr og manøvrerast við á loynifundum í løtuni.

 

Aftur til Sverra og Kristinu. Á sama hátt sum øll onnur í Føroyum vita tit av, at Eysturoyggin, saman við Klakksvíkini, er dynamoin og uppdriftin í føroyskum vinnulívi. Cash-kúgvin í landinum. Plattfomurin, ið produserar til innkeypið. Fylgir lokalpolitiska høpið ikki við menningini, sum stútt og støðugt tekur seg fram, so kemur stígur í. Tí er tørvur á íløgum. Táið landið ongar íløgur ætlar at gera í oynni yvirhøvur, so má onkur annar taka um endan, tí gerst leikluturin hjá kommununum heilt avgerandi á hesum mótinum. Ja, í grundini hevði tað verið ynskiligt, at vit høvdu nógv fleiri krónur til íløgur.

 

Ein kommuna, sum ikki hevur eitt rímiligt fíggjarligt rásarúm til íløgur, hon endar sum eitt rakstrartaxametur, ið fyri ein stóran part rindar skattakrónurnar útaftur samsvarandi landsins lógum. Tilverugrundarlagið er burtur, og hon er ikki longur ein aktivur leikari í menningini og framtøkuni í økinum. Tí ræður um hjá kommununum at halda fast um ein lykil ímillum rakstur og íløgur soleiðis, at hesar seinru ikki dragna við tíðini. Í okkara føri ber til at spyrja hvussu temperatururin hevði verið, um vit ikki vóru farin undir stóru vatnverkætlanina, grótfylluna undir nýggja virkinum á Bakka á Glyvrum, spillivatnið, Bylgjuna, ansingarstovnarnar, Skúlan við Løkin, fótbóltsvallirnar, umvælingina av ítróttarhøllini á Skála, at fáa til høldar grundøki til sethúsa- og íbúðarbyggingar, bátahyljarnar, havnaútbyggingarnar o.s.fr. Tey, sum koma at sita fyri býráðnum næsta valskeiðið, fáast ivaleyst at taka sær fyri á íløgumótinum eisini, so skjótt sum kommunan nú er farin at vaksa í fólkatali.

 

Ein álíkning er ein hóskandi avmarking. Í Runavíkar kommunu eru einar 25 milliónir eftir til íløgur um árið, táið alt annað er farið burturav, og tað gevur onga meining at fara inn í nakran dialog við Fíggjarmálaráðið fyri at minka um hesa upphæddina. Hon kann heldur ikki vera nakar trupulleiki, táið tað snýr seg um konjunktursveiggini í samlaða búskapi landsins.

 

Táið Sverri og Kristina nú standa haruppi, á fjalsins brún, so hevði tað kanska verið eitt hugskot, at tey settu kikaran niður í rakstrargøgnini hjá sær sjálvum, landinum. Kanska átti kommunali geirin eisini at sett kikaran inn í síni rakstrargøgn, fyri at temja onkur ella fleiri høpi, sum dag frá degi bara taka alt meiri av fæi uppá hespuna. Land og kommunur eru á sama hátt sum fyritøkur rakstrareindir, ið hava gott av eini yvirháling viðhvørt, fyri at lúka misvøkstrar burtur, men tað kann jú kosta í atkvøðukassanum hjá tilstundandi kandidatum, tí fæst neyvan ljóð fyri hesum í bræði. Og spurt kundi eisini verið, táið man ætlar at skerja íløgupartin hjá kommununum, skal so tann parturin, munurin, fara inn í rakstarpartin ístaðin, fyri at styrkja hendan uppaftur meiri og gera hann púra óneyðuga kostnaðarmiklan?

 

Íløgurnar hjá kommununum koppa ongum búskapi, heldur stimbra tær undir eina framhaldandi menning av lokalsamfelagnum og samfelagnum sum heild, tí er fokusið skeivt hjá teimum báðum oraklunum haruppi á tromini. Skuldi tað verið onkur kommuna, sum er ein trupulleiki í hesum høpinum, nú tey líta yvir staðin, so mega tey greiða frá hvør viðkomandi er, men tað frætta vit valla um, tí tað fer ivaleyst at kosta í atkvøðukassanum hjá øðrum teirra Sverra og Kristinu.