Auto Service góðkent Chevrolet verkstað

1.juni í ár yvirtók Auto Service umboð upp á Chevrolet bilar í Føroyum.

Fram til í dag hevur verið arbeitt við at fáa alt í rætt lag, viðv. útbúgving av starvsfólki til søludeildina, goymsluna, verkstaðið og garantideildina.

Lars Anderson, tekniski leiðari hjá Chevrolet, hevur 20. og 21. oktober hildið skeið fyri nøkrum av starvsfólkunum hjá Auto Service. Nú skeiðið er lokið, er Auto Service góðkent at umvæla og viðlíkahalda Chevrolet bilar.