Autisma í Miðlahúsinum

Í kvøld, týskvøldið, verður kunningrfundur í Miðlahúsinum um Autismu. Fundurin verður klokkan 19 og hann er almennur.

Í fundinum fer Lennart Pedersen, leiðandi sálarfrøðingur á Center for Autisme í Danmark, at halda fyrilestur um um munin ímillum Autismu og Aspergers syndrom.

Sálarfrøðingurin fer at greiða frá, hvussu diagnosurnar autisma og Aspergers syndrom verða nýttar í dag og um nakar munur er á børnum, sum bera brekið infantila autismu og børnum, sum bera brekið Aspergers syndrom.

Í hesum sambandi umrøður hann eisini spurningin um munur á teirra menning og framtíðarútlitum?

Autismufelagið, sum skipar fyri fundinum, staðfestir, at í hesum døgum verður arbeitt við at endurskoða, hvussu diagnosurnar skulu flokkast.

Í hesum sambandi verður nomið við spurningin um, hvat hendir við diagnosuni autismu og hvørjar broytingar verða á tí økinum og, hvat hetta merkir fyri børn og vaksin, sum frammanundan hava staðfest eina diagnosu.