Australian Open: Triðja umfar hálvliðið

Federer, Djokovic, Fognini og Schwartzmann hava allir spælt seg víðari til 4. umfar

Komið er nú hálvan vegin gjøgnum 3. umfar í harrakappingini í Australian Open. Undankappingin var merkt av útsetingum orsakað av royki og ringari luftgóðsku frá stóru skógareldunum í Australia, meðan fleiri dystir í fyrsta umfari vórðu útsettir orsakað av regni.

Nú er gongd komin á kappingina, og í nátt og í morgin verða seinastu dystirnir í triðja umfari spældir.

Fleiri av topp-spælarunum eru longu farnir úr kappingini, teirra millum grikski Stefanos Tsitsipas, sum í triðja umfari í dag tapti rættiliga óvæntað í trimum settum til kanadiska Milos Raonic. Raonic, sum var í hálvfinaluni í Australian Open í 2016, skal upp móti kroatiska Marin Cilic í fjórða umfari.

Croatiski Borna Coric varð sligin út longu í fyrsta umfari móti amerikanska Sam Querrey, og kanadiski Dennis Shapovalov tapti í fýra settum í fyrsta umfari móti Marton Fucsovics úr Ungarn.

Italienski Matteo Berretini tapti eisini óvæntað fyri Tennys Sandgren í øðrum umfari við tí úrslitið, at Fabio Fognini er einsamallur italienari eftir í kappingini. Fognini varð rættiliga heppin undir fyrsta umfari, tá hann var í fer við at tapa móti amerikanska Riley Opelka í trimum settum. Tá triðja settið var hálvliðið, mátti dysturin útsetast vegna regn. Tá teir hittust aftur dagin eftir, var hugburðurin hjá Fognini broyttur, og hann vann seinastu trý settini. Fognini fær eisini høvi til hevnd fyri tapið hjá Berretini, tí hann møtir Tennys Sandgren í fjórða umfari.

Tað hevur gingist rættiliga illa hjá fronsku leikarunum í kappingini. Bert Gael Monfils hevur spælt seg víðari til triðja umfar, eftir Gilles Simon, Pierre-Hugues Herbert og Benoit Paire allir taptu í øðrum umfari.

Novak Djokovic, nummar tvey á ATP listanum og ein av favorittunum til at vinna kappingina, spældi seg í nátt víðari til fjórða umfar, eftir at hann vann á japanska Yoshito Nishioka í trimum settum. Novak Djokovic møtir Diego Schwartzmann í fjórða umfari.

Australski John Millman var fyri løtu síðani um at senda Roger Federer heim úr kappingini í einum røttum gysara. Stórspælandi Millman spældi Federer til eitt tie-break í fimta setti og stóð eisini til at vinna tiebreak við støðuni 8-5. Tá tóktiskt konsentratiónin brádliga at svika hjá Millman, og royndi Federer gjørdi sær dælt av hesum og spældi upp á feilirnar hjá Millman. Federer vann síðani fimm bóltar út í eitt, so støðan endaði 8-10 í tiebreak.

Rafa Nadal, ið framvegis liggur sum nummar eitt á ATP listanum, skal í nátt spæla móti landsmanninum Pablo Carreno Busta í triðja umfari.