Austinbilarnir og Robert P. Brockie

Man kann siga, at søgan um Austinbilarnar byrjar í Australia, har Herbert Austin arbeiddi hjá Frederic Wolseley, men bilframleiðslan fór fram í Onglandi, har Austin og Wolseley gørdu tann fyrsta bilin

Í 1866 var enski bóndasonurin, Herbert Austin, borin í heim í Buckinghamshire. Arbeiðið á bóndagarðinum hevði ikki hansara áhuga, ístaðin droymdi hann um at læra til arkitekt. Tá hann var 17 ára gamal fekk Austin-húskið vitjan av familju úr Australiu, ið yvirtalaðu Herbert til at fylgja við teimum heimaftur til Melburne. Har arbeiddi hann um dagin og lærdi list og arkitektur um kvøldið, seinni las hann eisini verkfrøði.

Liðugur at læra fekk hann arbeiði sum leiðari á einari maskinfyritøku, ið kom at hava stóran týdning fyri hansara framtíð. Í hesi fyritøkuni kom hann í samband við Frederic Wolseley, ið var fluttur úr Dublin og var bóndi í Australiu. Wolseley hevði júst tá uppfunnið eina nýggja klippimaskinu, sum skjótt og lætt klipti ullina av seyðinum. Fyritøkan, har Herbert Austin arbeiddi, gjørdi lutir til hesa klippimaskinu. Av tí at Austin betraði lutirnar og vísti stóran áhuga fyri saman- setingini av klippimaskinuni, fekk hann arbeiði á einari verksmiðju hjá Wolseley, ið framleiddi seyðasaksar.

Hetta virksemið vaks so skjótt, at Wolseley tók ta avgerð at stovna eina tilsvarandi fyritøku í Onglandi. 27 ára gamal bleiv Herbert Austin sendur aftur til Onglands at leiða nýggju fyritøkuna, Wolseley Sheep Shearing Machine Company.

Seint í 1896 setti stýrið fyri Wolseley pening í eina nýggja deild, ið skuldi framleiða motorakfør og Herbert Austin varð settur sum stjóri har. Árið fyri hevði hann gjørt eitt trýhjólað akfar við einum 2 hk motori. Næsti bilurin hjá Austin var eisini tríhjólaður, og verður hann roknaður sum tann fyrsti ektaði Wolseley bilurin, teknaður og bygdur av Herbert Austin saman við Frederic Wolseley.

Tá bilframleiðslan kom í gongd, var tað ein lítil lættur bilur við fýra hjólum, og við hesum bili fekk Herbert Austin sligið sítt navn fast sum ein leiðandi bilbyggifrøð- ingur. Hann sær tá, at hann hevur gjørt eitt grundleggjandi mistak við at vera leiðari á einari fyritøku sum hann ikki átti sjálvur.


Herbert Austin

byrjar egna fyritøku

Í 1905 sigur hann farvæl við Frederic Wolseley og takkar fyri seg, keypur eina niðurlagda prentsmiðju í Longbridge til verksmiðju. Sama árið, í desembur mánaði, stovnar hann fyritøkuna Austin Motor Company.

Teir fyrstu Austin 20 HP bilarnir við 4-cyl. rekkjumotori við síðuventilum og ketutrekki til hjólini, vóru lidnir í 1906. Seinni fingu teir eisini 6-cyl. motorar. At Herbert Austin hevði handilsevnir og gott orð á sær er onki at ivast í, tí allir teir fyrstu bilarnir vórðu seldir við tekningunum sum grundarlag.

Austin fekk sær framsýningarhølir í Norwich og Manchester, og í London hevði hann í 1912, umframt framsýning, eisini bilverkstað, bilútleigan og felagshølir til Austin-bileigarar, sum kundu gerast haldarar av blaðnum, Austin Advocate.

Ímillum bilsniðini varð longu í 1910 ein Austin Town Carrige býbilur bygdur, har bilførarin sat omaná motorinum, hetta bleiv forgangarin til tann kenda London Taxi . Áðrenn fyrra heimsbardaga framleiddi Austin ein model »30«, ið hevði el startara og el lyktir, sum ikki var heilt vanligt tá.

Eftir kríggið, tá bilverksmiðjan hevði verið brúkt til vápnaídnað, gekk ikki so væl hjá Herbert Austin. Hann kom spakuliga í gongd við einum bilsniði, sum mundi koyrt hann av knóranum. Men hóast alt kláraði hann at koma við einum nýggjum »Austin 12« í 1921, sum vísti seg at vera ein ógvuliga slitsterkur og væl umtóktur bilur.


Fyrsti BMW bilurin

var ein Austin

Eisini kom »Austin 7«, ið var ein lítil bilur við plássi til tvey vaksin og barnasetur aftan. Hann bleiv væl umtóktur út um øll landamørk og bygdur uppá licens í fleiri londum. Í Týsklandi varð hann framleiddur við navninum Dixi. Seinni keypti Bayrisce Motor Wer- ke (BMW) verksmiðjuna, og kom hesin Dixi ella »Austin 7« at verða tann fyrsti bilurin, ið BMW framleiddi. Í Fraklandi bygdi Rosengart verksmiðjan »Austin 7«, í Japan var tað Datsun verksmiðjan og í USA. var tað American Austin Company.

Hóast tað var »Austin 7«, ið gjørdi Herbert Austin kendan, bygdi hann eisini størri bilar, so sum »Austin Ten«, »Sixteen« og »Twenty« . Í 1934 hevði Austin 50 ymiskar útgávur at velja ímillum.

Tá Sir Herbert Austin andaðist í 1941, hevði hann havt sína egnu bilverksmiðju í góð 35 ár og bygt yvir áttahundraðtúsund bilar. Í 1947 hevði Austin verksmiðjan gjørt bil nr. 1 millión, og bert fimm ár eftir, í 1952, kom bilur nr. 2 milliónir út av verksmiðjuni. Tað sigur nakað um, hvussu tørvurin á bilum vaks eftir seinna heimsbardaga, og var tað høvuðs- orsøkin til, at Austin og Morris løgdu saman til British Motor Corporation í 1952. Eftir hetta vóru tey flestu Austin og Morris-sniðini somu bilar við hvør sínum búmerki.

Í 1966 bleiv Jaguar bilverksmiðjan løgd saman við BMC, og árið eftir verður Rover verksmiðjan løgd saman við Leyland Motor Corporation. Tvey ár seinni verða fyritøkurnar Ley- land og BMC. lagdar saman í BLMC, sum í 1975 varð broytt til Britich Leyland. Austin navnið varð tó brúkt eina tíð eftir hetta.

Tað vóru stórir trupulleikar í bretskum bilídnaði hesi árini, óendalig verkføll vóru við at forkoma fyritøkuni. Sjálvt um staturin gav stuðul, vóru so nógv brek við bilunum, at hetta kundi ikki halda á, um bretskum bilídnaði skuldi verða lív lagað. Bilídnaðurin mátti broyta hugburð og fakfeløgini sóu at enda, at tey vóru við at saga greinina av, ið tey sótu á.

Hetta bleiv ikki einans gjørt við teimum nýggju konstruktiónunum, sum Austin Metro og Montego. Ikki fyrr enn ein samarbeiðsavtala varð gjørd við Honda, bar til. Í hesi gongdini hvørvur Austin navnið, og einans Rover heldur fram.