Í meiri enn eina øld hava fólk arbeitt fisk hjá felagnum Aurora A/S í Esbjerg, men nú er tað søga. Blaðið Jydske Vestkysten skrivar í dag, at felagið er lýst á húsagang, og at tey meiri enn 100 arbeiðsfólkini eru uppsøgd.
Aurora Fisk fór í gjaldssteðg fyri einum góðum mánaði síðani, og royndir at bjarga felagnum góvu einki úrslit, sum tí er lýst á húsagang nú.
Øll liðslan í Aurora Fisk er føroysk. Arne K. Olsen, fyrrverandi grannskoðari, hevur verið nevndarformaður, og sonur hansara Gisli Olsen hevur verið í leiðsluni saman við Jóni Gunnarsson.