Andstøðuleiðarin í Burma, Aung San Suu Kyi, er veik, eftir at ikki hevur etið í fleiri dagar Aung San Suu Kyi er sjúk og sera veik, skrivar tíðindastovan AP frá sínun keldum í Burma.
Sambært keldunum hevur andstøðuleiðarin havt ilt við at fáa mat niðurum. Tí hevur hon einki etið í fleiri dagar, og nú hava læknarnir gjørt av at geva henni flótandi føðsluevni.
Aung San Suu Kyo, sum er 63 ára gomul, hevur sitið í húsavarðhaldi í heimi sínum í Rangoon í 13 av teimum seinastu 19 árunum orsakað av politiska virksemi sínum.
Sambært AP sluppu tveir læknar at kanna hana í síðstu viku.









