Audi Q7 hybrid við næstan 400 hk

Á altjóða bilaframsýningini í Frankfurt í september sýndu Audi fyri fyrstu ferð ein bil við FSI-motori og beinleiðis innspræning í einum hybridbili. Hesin
Q7-hybrid hevur ein 350 hk bensinmotor og ein 44 hk el-motor

At ein bilur er ein hybrid bilur, merkir at tann vanligi forbrenningsmotorurin hevur ein ískoytismotor, sum hjálpir til ella avloysir forbrenningsmotorin sum t.d. í býkoyring. Hybridbilar eru vanliga meira økonomiskir, men enn eru teir munandi dýrari at framleiða.

Audi verða skjótt klárir við einum hybridbili, ið nevnist Q7-hybrid.

Við at hyggja í motorrúmið á hesum Audi Q7-hybrid, sæst lítið til at talan er um ein hybridbil, tí stóri 4.2 litur V8 FSI-motorurin fyllir so nógv, at einki sæst til el-motorin.

V8 motorurin hevur 350 hk og eitt snúningsmoment upp á 440 Nm við 3.500 omdr./min, og elektromotorurin, ið situr millum motorin og automatiska girkassan, er bundin við bensinmotorin við eini kobling, sum ger tað møguligt hjá øðrum ella báðum motorunum at dríva bilin fram.

Elektromotorurin fær sína energi frá eini battarískipan, sum er undir viðførisrúminum har afturi í bilinum. Elektronikkurin avgerð automatiskt hvussu el- og bensinmotorurin samstarva undir koyring.

Undir vanligari koyring supplera motorarnir hvønn annan, men við býkoyring við upp til 30 km/t koyrir bilurin heilt ljóðleyst og uttan nakra dálking, einans við el-motorinum.

Hesin Q7-hybrid brúkar 13 prosent minni av brennievni enn um bilurin bert hevði forbrenningsmotor.

Annars kemur Audi Q7 á marknaðin í vár í vanligari útgávu - ikki hybrid. Tá fæst hann eisini við 3.0 TDI dieselmotori, og sum 7-persóna bilur.