Audi A8 er sjálvkoyrandi

Ætlandi kemur nýggi sjálvkoyrandi Audi-bilurin - A8 - til Danmarkar seinast í hesum árinum.

Nýggjasti bilurin hjá Audi verður hin fyrsti hópframleiddi bilurin, sum verður sjálvkoyrandi á stigi 3, sum tað verður rópt. Tað merkir, at bilførarin í einum slíkum Audi A8 kann sleppa róðri og pedalum og kann gera eitt hvørt annað, meðan bilurin koyrir sjálvur. Men, hetta er higartil ikki loyvt og møguligt í øllum londum.

 

Audi AI Traffic Jam Pilot er heitið á nýggju skipanini, sum syrgir fyri at halda bilinum trygt koyrandi við eini ferð upp til 60 kilometrar um tíman. Í veruleikanum verður A8’arin fullkomiliga sjálvkoyrandi undir givnum viðurskiftum.

 

Skipanin í bilinum verður ikki standard í øllum útgávum av A8, men tú keypir tær skipanina eftir tørvi og fyri ein higartil ókendan meirkostnað – alt eftir, hvør skipanin verður.

 

Tað verður neyvan í øllum londum, at tú kanst bíleggja tær sjálvkoyrandi billin, tí Audi vil saman við lokalum myndugleikum tryggja sær, at bilurin er í samsvar við lóggevingina í ávísa landinum. Væntandi er tó, at skipanin frá byrjan av verður við sum ein møguleiki í donskum bilum.

 

Audi AI Traffic Jam Pilot virkar bert á motorvegi, og navigatiónsskipanin ansar eftir, um bilurin er á slíkum vegi, áðrenn grønt ljós verður givið til, at bilførarin kann taka hendurnar av róðrinum – og eyguni av vegnum. Undir øllum umstøðum skal bilførarin vera til reiðar at taka yvir stýringina við stuttari ávaring.

 

Eykatíðin, sum bilførarar við nýggju skipanini fáa sum ”gávu”, kallar Audi hin 25. tíman í samdøgninum. Hugsað verður eitt nú um tíðina, tá bilførarar standa í bíðirøð, har teir kunnu gera eitt hvørt meiningsfult í staðin fyri at hava tamarhald á bilinum.

 

Bert hetta kann ivaleyst fyri mong gerast ein orsøk til at keypa sær ein sjálvkoyrandi Audi A8, tí tíðin við róðrið er sum oftast ikki serliga produktiv. Við sjálvkoyrandi bilinum kanst tú eisini fara úr honum og parkera hann um eina app, sum tú kanst hava á tínari smart-telefon.

 

Sambært www.fdm.dk kemur nýggi og sjálvkoyrandi Audi A8 til Danmarkar seinast í hesum árinum, men enn eru prísirnir ikki almannakunngjørdir.