Audi A4 Coupé í tveimum útgávum

          

Magnus Gunnarsson



Saman við menningini av nýggja Audi A4 verður arbeitt við tveimum coupé útgávum, har annað modellið verður uttan mittarstólpa millum hurðarnar. Fleiri bilverksmiðjur arbeiða við bilum uttan mittarstólpa, eitt nú Citroën C3 og ein Mazda Wankel sportsvognur. Tað at stólpin manglar, hevur volt til trupulleikar á teimum lógarkravdu stoyttestunum inn á síðuna, men tað letur til, at teir eru við at finna eina loysn, sum heldur. Tað er munandi lættari, tá man skal inn ella út úr einum coupé, at ongin mittarstólpi er. Væntandi koma A4 Coupé modellini á marknaðin í 2002, og seinni kemur ein cabriolet útgáva.


Kelda FDM / Motor