Áhugafelagið Føroya MC skipar sunnudagin fyri ATV/Cross-kapping.
Kappingin fer fram á breytini í húsahaga við Oyggjarvegin, oman fyri Hotel Føroyar.
Talan er um annað umfar í føroyameistarakappingini. Fyrsta umfar varð koyrt fyri tveimum vikum síðan, og triðja umfar verður um eina viku.
Kappingin er fyri bæði Motocross og ATV (all-terrain vehicle við 4-hjólum), sum eru tvær sjálvstøðugar kappingar. Ein kapping er eisini fyri juniorar (undir 14 ár). Luttakarar møta sunnudagin kl. 12.30.
Felagið skipar eisini fyri Road Racing við 50cc motorsúkklum leygardagin kl. 13 í Norðhavnini í Klaksvík, sigur Agnar Dahl frá Føroya MC.










