Trýst er á Frem, sum herfyri varð dømt at missa stig, tí felagið er í fíggjarligum trupulleikum. Nú er lagið tó betri, eftir at Frem í gjár vann 2-1 á Næstved. Frem kom á odda við sjálvmáli, áðrenn Atli Danielsen økti til 2-0 18 minuttir eftir steðgin. Næstved minkaði seinni um munin, men tað hjálpti teimum tó lítið.
- Eftir at vit mistu seks stig, hava vit verið sera uppsettir fyri at vinna okkum upp um niðurflytingarstrikuna aftur, sigur Atli Danielsen.










