Atli var ein politisk kempa

-sum tað bara finst ein av. Hann fer at verða mintur sum tann, ið hevði mest áhaldni. . Fyri Atla Dam var eitt nei ongantíð eitt nei. Fyri hann var eitt nei metingin um, hvussu tú aðrar vegir kom víðari til málið er skoðsmálið frá Ole Stavad, fyrrv. næstformanni í danska javnaðarflokkinum

Jarðarferð



Millum tey mongu, sum søgdu Atla Dam, fyrrverandi løgmanni seinasta farvæl til jarðarferðina leygardagin vóru eisini umboð fyri útlandið, teirra millum fyrrverandi næstformaðurin í danska javnaðarflokkinum, Ole Stavad og kona hansara Kaja Stavad. Ole Stavad, sum hevur sitið á fólkatingi í 25 ár, hevur havt nógv samband við Atla Dam øll hesi árini, bæði sum starvsfelagi á fólkatingi men eisini í samráðingum og virksemi, sum hevur verið millum Føroyar og Danmark gjøgnum árini.

Ole Stavad sigur seg serstakliga minnast Atla væl frá teimum mongu týðandi samráðingunum, sum vóru. ?Tá Atli Dam hevði orðið, so var lurtað á ein heilt annað hátt, enn tá onnur høvdu orðið. Atli var ein stór persónligheit og ein kempa, sum tað bert finst ein av. Hann var politiskt í einum flokki fyri seg sjálvan. Tað eg minnist hann best fyri sum politikari var hansara áhaldni. Fyri Atla Dam var eitt nei ongantíð eitt nei. Fyri hann var eitt nei metingin um, hvussu tú aðrar vegir kom víðari til málið.

Ole Stavad minnist eisini Atla Dam, sum stríddist fyri at fáa undirgrundina á føroyskar hendur, og kom á mál, hóast hann møtti mótstøðu í danska javnaðarflokkinum. ?Hann var ómetaliga fegin um at hava fingið ta avtaluna uppá pláss, nakað, sum eisini kom rættiliga óvæntað. Tað er so eingin loyna,, at Atli Dam og sosialdemokratiski talsmaðurin á orkuøkinum, Paul Nilson vóru ikki samdir um yvirtøkuna. Ole Stavad sigur, at tann avtalan, sum tá varð gjørd, hevði eitt innihald, sum svarar til ta tíð vit liva í í dag.

Ole Stavad var valdur á fólkating í 1980. Hann var næstformaður í sosialdemokratiska flokkinum frá 1995 til 2000. Hann var skattamálaráðharri frá 93 til 94, og frá 98 til 2000 og var so vinnumálaráðharri frá 2000, til stjórnin fór frá í 2001. Umframt at vera fólkatingslimur hevur hann eisini ein týðandi leiklut í sosialdemokratiska flokkinum og tingbólkinum. Hann er eisini formaður í donsku nevndini í Norðurlandaráðnum.