Atli tjenar framvegis nógv

Tað gongur sera væl í alifyritøkuni Luna, sum seinnu árini hevur marknaðarført seg undir heitinum Hiddenfjord.

Luna hevði 15,1 milliónir krónur í yvirskoti í fjør. Tað er tó væl minni enn undanfarnu árini, tí í 2011 og 2010 hevði Luna ávíkavist 47 og 57 milliónir krónur í yvirskoti.

Til fyri stuttum hevði Luna aling á Gøtuvík, men gjørdu Luna og Bakkafrost býtisavtalu, soleiðis at Bakkafrost yvirtekur Gøtuvík, meðan Luna í staðin brúkar Vestmanna. Eisini hevur Luna aling í Sørvági og Miðvági, umframt at fyritøkan eigur kryvjivirkið í Sørvági.

Luna seldi fyri 221 milliónir krónur í fjør, tað eru 20 milliónir minni enn árið fyri. Nøgdin var áleið tann sama, men prísurin heldur lægri, og tað ávirkaði bæði sølu og ársúrslit, sigur felagið í ársfrágreiðingini fyri 2012.

Eginognin í P/F Luna er nú komin upp á 154 milliónir krónur.

Luna er dóttirfelag hjá P/F Fútaklettur, sum eigur og rekur Smoltstøðina á Fútakletti við Sandavág. Stjóri í báðum fyritøkum er Atli Gregersen.

Báðar fyritøkur eru so aftur undir hattinum hjá sp/f Í Tungu í Gøtu, hvørs einasta uppgáva er at eiga P/F Fútaklett og P/F Fiskavirkið í Gøtu. Atli, Páll og Regin Gregersen eiga í felag sp/f Í Tungu.