FC Roskilde spældi dyst á heimavølli móti AB.
Vertirnir, sum ikki hava fingið nakra ynskibyrjan upp á kappingarárið, løgdu seg á odda eftir eitt gott korter. Klaksvíkingurin í Roskilde skoraði málið. Allan fyrra hálvleik og nakað inn í seinna hálvleik við, høvdu hann og liðfelagarnir tamarhald á støðuni, men tá tað restaðu 20 minuttir, gekk galið hjá teimum.
Eitt innlegg endaði onkursvegna í málinum og so var javnleikur. FC Roskilde kom nú ikki líka langt fram á vøllin sum áður, og seks minuttir fyri leiklok skoraði AB fyri aðru ferð. Lítla løtu seinni varð Jesper Håkanson, sum brendi brotssparki í fyrra hálvleiki, vístur av vøllinum. Tað eydnaðist kortini FC Roskilde at javna og soleiðis tryggja sær eitt stig.
Sostatt tvífaldaðu Atli Danielsen og liðfelagnir um stigatalið hjá liði teirra, tí FC Roskilde hevur bara tvey stig eftir fimm umførum. Aftanfyri FC Roskilde við einum stigi liggur FC Fyn, og beint omanfyri er Hvidovre við fýra stigum.
AGF, FC Vestsjælland og Frederica hava tíggju stig hvør.










