Atli millum áskoðararnar

Atli Danielsen var millum áskoðararnar, tá ið Frem í gjár á heimavøllinum í Valby vann 2-1 á Fredericia. Atli var eisini leikbannaður fyri einari viku síðani, men nú er hann aftur tøkur.

Atli er leikbannaður í landsdystinum nú leygardagin, og tí verður hann við, tá ið Frem sunnudagin fer at spæla á útivølli ímóti SønderjyskE.

Í dag varð aftur ein Frem spælari rikin av vølli. Fosu Boateng sá reytt í 56. minutti ella fýra minuttir eftir, at hann hevði lagt Frem framum 2-1. Hóast teir í meiri enn ein hálvan tíma vóru undirmannaðir, so megnaðu liðfelagarnir hjá Atla Danielsen at halda tørn um 2-1 leiðsluna.