##med2##
Tá landsliðið í kvøld rennur á vøllin á El Molión í Gijón verður tað við Atla Gregersen sum liðskipara. Hann er blivin 37 ára gamal, men hugurin at spæla er kanska størri enn nakrantíð.
Miðverjin í Víkingi hevur spælt móti stórum tjóðum sum Týsklandi, Fraklandi Portugal og Italia. Nú kann hann eisini siga, at hann hevur spælt móti Spania, men aldurin ger at tað er ivasamt um hann fær lagt afturat stórdystunum móti Spania.
- Hetta er ein av teimum síðstu stóru landsdystunum – um ikki tann síðsti – so eg skal njóta tað. Onkuntíð mást tú bara velja at gleðast um, at tú fær møguleikar at uppliva dystir sum hesar her. Eg minnist Sporting Gijón frá Eurogoals mitt í 90 unum, so hetta er bæði søguligt og spennandi. Eg veit ikki hvussu stuttligt hetta verður, tí vit møta heimselituni, men tað verður eitt upplivilsi, sigur Atli Gregersen og leggur afturat:
##med4##
- Vit skulu verða so fokuseraðir til dystin, at vit hava høvðupínu í tríggjar dagar. Vit skulu stríðast so nógv, at vit mugu berast í flúgvaran, sigur liðskiparin, sum heldur at landsliðið skyldar ein góðan landsdyst.
- Vit skylda ein góðan landsdyst. Tað hava vit gjørt í eina tíð nú. Vit fara aftur hesa ferð at gera okkara allarbesta, men hesa ferð er mótstøðan bara heilt einastandandi. Tað hevur hon verið fyrr, men tá vit ikki avrika, so verður tað torført. Hetta er eitt lið, sum ongantíð tapur móti teimum smærru, tí teir missa ongantíð bóltin, sigur Atli Gregersen.
##med3##
Broyttur taktikkur
Føroyska landsliðið hevur broytt taktikk og spælir við trimum í miðvejruni. Tað eitur í útgangsstøði 3-4-3, men tað verður nokk nærri 5-4-1, tá spaniólar hava bóltin. Ella tað sum verri er:
- Um eg skal verða púra erligur, so vænti eg meiri tað verður ein 10-0-0, tí vit hava akkurát sitið og hugt eftir dystinum hjá teimum móti Rumenia. Sjálvt um Spania fær reytt kort, so fáa rumenar framvegis ikki bóltin. Vit hava hugt eftir Spania, men vit mugu byrja við okkum sjálvum. Tí um vit ikki spæla upp til okkara besta, so kann tað blíva ljótt, sigur Atli Gregersen.
##med5##
Landsdysturin móti Spania verður í kvøld 19.45 í Gijón í norðurspania. FM1 sendir beinleiðis frá dystinum.