Í gjár var stóra gallatiltakið hjá FIFA, har árins spælari skal veljast. Tað bleiv Luka Modric úr Kroatia og Real Madrid, sum bleiv kosin til árins spæla frammanfyri Cristiano Ronaldo og Mohamed Salah.
Til FIFA Best Awards verður tað millum annað liðskiparar og landsliðsvenjarar, sum atkvøða. Fyri Føroyar hava Atli Gregersen og Lars Olsen atkvøtt.
Liðskiparin á føroyska landsliðnum atkvøddi fyri Luka Modric sum nummar eitt, Cristiano Ronaldo nummar tvey og Lionel Messi sum nummar trý.
Lars Olsen, landsliðsvenjari, atkvøddi fyrst fyri Cristiano Ronaldo, síðani Luka Mordic, meðan triðja atkvøðan fór til Kylian Mbappé.
Soleiðis blivu atkvøðurnar fordeildar:
1. Luka Modric - 29.05%
2. Cristiano Ronaldo - 19.08%
3. Mohamed Salah - 11.23%
4. Kylian Mbappe - 10.52%
5. Lionel Messi - 9.81%
6. Antoine Griezmann - 6.69%
7. Eden Hazard - 5.65%
8. Kevin De Bruyne - 3.54%
9. Raphael Varane - 3.45%
10. Harry Kane - 0.98%