Atli Gregersen byrjar inni

Lars Olsen ger tvær broytingar til landsdystin móti Finnlandi í morgin

Føroyska landsliðið hevur havt tíðindafund undan landsdystinum móti Finnlandi í annaðkvøld. Lars Olsen, landsliðsvenjari, hevur boðað frá, at Atli Gregersen endurvinnur plássið hjá sær í miðverjuni.

 

Hoyr samrøðuna við Lars Olsen við at trýsta á pílin undir myndini

 

- Eg kann siga so mikið sum, at Atli Gregersen verður á sínum vanliga plássið til dystin í morgin, sigur landsliðsvenjarin í samrøðu við Rás2.

 

Lars Olsen vil tó ikki seta navn á avloysaran hjá Jóan Símuni Edmundsson, sum bleiv útvístur í dystinum móti Norðurírlandi.

 

- Tað ætli eg ikki at kunngera beint nú, men eg kann siga at valið stendur millum Klæmint A. Olsen og Finnur Justinussen.

 

Tað eri kki sannlíkt, at landsliðsvenjarin ger fleiri broytingar enn tað sama. Hann sigur, at talan verður helst um tvær broytingar í mun til dystin móti Norðurírlandi. Hinvegin, so hevur hann neyvt eyga við onkrum av spælarunum, sum kunnu blíva troyttir í seinna hálvleiki, tí teir hava spælt móti Norðurírlandi.