Atli er á veg Sogndal

KÍ missir eftir øllum at døma liðformannin, sum í næstu viku fer til Sogndal, um KÍ og norska felagið semjast um leiguavtalu fyri tað, sum er eftir av hesum árinum

Tað er nógv, sum bendir á, at KÍ liðformaðurin, Atli Danielsen, sunnudagin, tá ið KÍ fer at spæla í Runavík, fer at umboða KÍ fyri seinastu ferð  í hvussu so er í hesum umfarinum. Gamli kenningurin í norskum fótbólti, Sogndal, sum nú er í næstbestu deildini, vil hava Atla at spæla við teimum nú beinanvegin.
- Eg eri áhugaður í at royna meg í Noregi. Eg eri sáttmálabundin at KÍ, og eg havi sagt teimum, at um teir semjast við Sogndal, so vil eg fegin fara til Noregs at spæla, sigur Atli Danielsen.
Í fjør royndarvandi Atli í Sogndal, men tá gjørdi hann av ikki at taka av sáttmálatilboði.
Allan Joensen, sum er ábyrgdarpersónur fyri fótbóltin í KÍ, váttar, at felagið tosar við Sogndal, og at tað er nógv, sum bendir á, at Atli Danielsen sunnudagin fer at spæla fyri síðstu ferð við KÍ í hesum kappingarárinum.
- Teir eru sinnaðir at leiga Atla, og tað vænti eg, at vit fara at semjast um. Sjálvandi kemur tað illa við hjá okkum at missa Atla, men vit góðtaka, at hann ynskir at royna góðu fótbóltsevnini í útlandinum, sigur Allan Joensen.
Atli Danielsen sigur seg ikki kvíga fyri, at tað fer at koma KÍ so mikið illa við, at hann nú fer til Noregs, at teir fara enda í næstbestu deildini:
- Lagið undir venjingunum er gott og hugburðurin góður, og eg haldi, at avrikini undan summarsteðginum móti B36 og HB vístu, at tað gongur rætta vegin, heldur Atli Danielsen.
Sogndal flutti í fjør niður úr Tippuliguni. Teir eru í niðara endanum, og teimum restar miðvallarspælarar.
- Eg vænti, at eg fari at fáa nógva spælitíð. Tá ið eg vandi við teimum í fjør, kendi eg tað soleiðis, at eg ikki beinanvegin fór at verða førur fyri at vinna mær fast pláss. Støðið í næstbestu norsku deildini er kanska ikki nakað hægri, enn tað er her hjá okkum. Men Sogndal selur nógvar spælarar víðari, og eg síggi hetta sum góðan sýnisglugga at sleppa víðari, um tað er tað, sum eg fari at vilja, tá ið hetta skeiðið er liðugt. Nú fái eg kanska høvi at royna lívið sum yrkisspælari í tríggjar mánaðir, og so fáa vit at síggja, um eg geri av at koma aftur til Føroya, ella hvørjir møguleikar kanska fara at vísa seg seinni í heyst, sigur Atli Danielsen.