Atli Danielsen velur B36

Álítandi keldur vilja verða við, at Atli Danielsen hevur tikið eina avgerð um at fara til B36. Hann segði við Norðlýsið í farnu viku, at hann hetta vikuskiftið fór at taka eina avgerð, um hann valdi B36 ella barndómsfelagið KÍ. Tað tykist nú geitt, at hann hevur valt B36.

 

Landsliðsleikarin hevur seinastu tíðina spælt við Roskilde. Hann var seinast heima og hjálpti KÍ í 2009.