Atli Danielsen givin á landsliðnum

Fótbóltur Atli Danielsen hevur takkað fyri seg á landsliðnum fyribils

Atli Danielsen fer ikki at spæla á føroyska fótbóltslandsliðnum komandi seks mánaðirnar.
Miðvallarin, sum er knýttur at hópinum hjá FC Roskilde, hevur boðað Brian Kerr, lands­liðsvenjara, frá, at hann er ikki tøkur, tí hann er upptikin av lesnaðinum í Danmark.
– Lesnaðurin er tíðar­krevj­andi í løtuni, og eg seti meg ikki føran fyri at brúka nógva tíð upp á landsliðsfótbólt sam­stundis. Men um eitt hálvt ár er støðan øðrvísi, og tá havi eg aftur tíð, sigur Atli Danielsen.
Tí er talan ikki um eitt endaligt farvæl við lands­liðs­fótbólt.