Atli Dam ætlaði at rýma av fundinum við danir

Tríggjar ferðir togaði Jógvan Sundstein Atla Dam, løgmann niður aftur í stólin, tá ið hesin ætlaði at rýma av fundi við danskar myndugleikar Atli Dam hevði so ilt við at góðtaka treytirnar frá dønum upp undir 6. oktober 1992, tá Sjóvinnubankin mátti bjargast, at hann ætlaði sær at rýma av fundinum við danir.

Tað skrivar Jógvan Sundstein í sínum endurminningum, sum komu út í bók í gjár. Hann sigur, at hann mátti toga Atla Dam tíggjar ferðir niður aftur í stólin at sita.

Tá tað kom fram, at ein Føroyabólkur sat og legði til rættis, hvussu føroyingar skuldu viðgerast í kreppuni, fekk tað Jógvan Sundstein at síggja málið í øðrum ljósi. Men hinvegin veit hann framvegis ikki, um støðan hevði verið øðrvísi, um føroyingar rýmdu av fundinum á sinni.

Kelda: Kringvarpið